Sangir og akkordir

821 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Eg havi hoyrt um lyklakláran bústað

        E	 A            E
Eg havi hoyrt um lyklakláran bústað
       	H7                      E
Eg havi hoyrt um sannan timburmann
        E        A              E
Eg havi hoyrt um sannleikan og vegin
        H7                         E
Eg havi hoyrt um lívið, hann mær vann
 
       	E             	A 	 
 Í himlinum er vakur einglasongur
     	F#7         	     H7
 Í himlinum vit hoyrast einaferð
      	E     	A            E
 Í himlinum ei syndin nívir longur
         H7                    E
 Í himlinum vit síggjast einaferð
 
 
Eg havi sæð við mínum trúareyga
Eg havi sæð, at Jesus er mær nær
Eg havi sæð, at lív er eftir deyða
Eg havi sæð, hann bíðar eftir mær
 
   Í himlinum er vakur einglasongur...
 
 
Eg gleði meg at síggja nýggja landið
Eg gleði meg at síggja Jesus Krist
Eg gleði meg, tá av er allur vandi
Eg gleði meg til ævigt innivist
 
   Í himlinum er vakur einglasongur...

            
Yrkjari: Signar á Reynatrøð




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-