Forkunnug vitjan frá Sat-7 í Føroyum síðsta vikuskifti í apríl

Nú nærkast, at Rita Elmounayer, nýggi stjórin fyri kristiligu sjónvarpsstøðina Sat-7, saman við Kurt Johansen, aðalskrivara hjá Sat-7 í Europa og Asia, koma á vitjan. Tey verða í landinum 26.-29. apríl, og størsta tiltakið verður ein stórur sunnudagsskúli fyri alla familjuna 28. apríl í Leguhúsinum í Nesvík.

Sat-7 er ein sjónvarpsstøð, sum sendir kristiligar og almannagagnligar sendingar á satelitti, ið sæst um alt Miðeystur og Norðurafrika. Í grundini er Sat-7 meira enn ein støð, tí fleiri sendistøðir eru, og sent verður á trimum málum samstundis, arabiskum, turkiskum og persiskum (iranskum), alt døgnið, umframt eina serliga barnarás og eina skúlarás. Tað er barnarásina, sum SIMBA (arbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini fyri børn og juniorar) stuðlar. Rita vitjaði eisini í Føroyum í 2016, tá sum leiðari fyri Sat-7 Kids.

Allir tættir eru ikki komnir uppá pláss enn, men undir vitjanini í Føroyum er ætlanin at vitja bæði fjølmiðlar (Kringvarpið og Trúboðan) og í landsstýrinum.

Seinnapartin leygardagin verður ein felags kunningarfundur í Leguhúsinum í Nesvík. Tá kunna Rita og Kurt stuðlar og onnur áhugað um Sat-7 og arbeiði teirra. Eitt nú verða høvuðsstýrið og starvsfólkini hjá Heimamissiónini við, eins og stýrir fyri missiónshús, prestar, feløg og onnur verða boðin við. Eftir kunningarfundin verður ein nátturðabiti.

Sunnudagurin er tann stóri dagurin

Sunnumorgunin verða gestirnir við til gudstænastuna í Gøtu kirkju.

Klokkan 14 verður so ein stórur familjusunnudagsskúli í Leguhúsinum í Nesvík við nógvum og spennandi innihaldi. Væntandi koma børn og vaksin úr øllum landinum til Nesvíkar henda dagin, tí slíka vitjan fáa vit ikki á hvørjum degi.

Rita greiðir børnunum frá arbeiðnum hjá Sat-7 Kids, og sjálvandi verður tulkað til føroyskt.

Eisini verða filmsbrot frá Sat-7 víst við føroyskari talu ella teksti.

Góður sangur verður eisini. Eitt stórt barnakór, ið er sett saman av fleiri barnakórum kring Føroyar, syngur ein turkiskan barnasang. Harumframt syngur stóra felagskórið frá Sangfagnaðinum seinasta heyst.

Harumframt verður ein smátta sett upp, sum skal minna um umstøðurnar hjá børnum í flóttafólkalegum í Sýria. Tí túsundtals børn, ið eru flýdd frá kríggi saman við foreldrum sínum, síggja Sat-7 í flóttafólkalegunum. Eftir sjálvan sunnudagsskúlan verður ein góður drekkamunnur.

Seinni um kvøldið, klokkan 18, vitja Rita og Kurt á møtinum í meinigheitshúsinum í Havn og greiða frá.

Føroysk sunnudagsskúlabørn stuðla Sat-7 Kids

Í løtuni eru Erla Mortensen, samskipari hjá SIMBA, og Marjan Nielsen, sum tekur sær av viðurskiftunum við Sat-7, á árligu altjóða ráðstevnuni hjá Sat-7 á Kýpros. Á hesi stevnu møtast stuðlar úr øllum heiminum og leiðarar og starvsfólk hjá Sat-7. Mong av hesum búgva í ófriðarligum og/ella afturlatnum londum í Miðeystri og Norðurafrika.

SIMBA er við, tí føroysk sunnudagsskúlabørn í fleiri ár hava stuðlað Sat-7 Kids. Flestu sunnudagsskúlar hjá Heimamissiónini hava bússur standandi, har børn og foreldur kunnu lata eitt oyra til Sat-7, og harumframt kemur annar stuðul. Føroya Landsstýri hevur áður latið menningarhjálp til Sat-7.

Føroyski stuðulin fer serliga til skúlaverkætlanina hjá Sat-7. Orsakað av krígnum í Sýria eru um 5.000 skúlar stongdir, og um 13 milliónir børn fáa onga skúlagongd. Tí stovnaði Sat-7 skúlafrálæru gjøgnum sjónvarp, so børnini kunnu fylgja við í flóttafólkalegum. Og tað gera tey! Smærru børnini fáa frálæru í arabiskum, enskum og støddfrøði, og størri børn hava harumframt aðrar lærugreinar.

Umframt tann munin, tað ger, fyri tað einstaka barnið, verður hetta átak eisini sæð sum ein íløga í eina betri framtíð fyri alt økið.

Ein øgilig menning í 23 ár

Sat-7 byrjaði at senda í 1996, og tað var bretski trúboðarin Terry Ascott, ið byrjaði arbeiðið. Tá hann varð tveittur út úr Egyptalandi, fór hann ístaðin undir at senda kristna boðskapin inn í landið gjøgnum sjónvarp. Endamálið er at bera kristna boðskapin fram gjøgnum sjónvarp og at gera Guds kærleika sjónligan fyri børnum og vaksnum í Miðeystri og Norðurafrika.

Álítandi kanningar, sum óheftir stovnar hava gjørt, vísa, at nógvar milliónir av fólkum hyggja eftir Sat-7 um allan tann arabiskt-talandi, turkiskt-talandi og persiskt-talandi heimin. 150 milliónir børn yngri enn 15 ár búgva í økinum, og tey flestu hava møguleika at síggja Sat-7, har tey eru.

Leiðslan hjá Sat-7 er mannað av kristnum frá teimum mongu ymsu kirkjunum í hesum turbulenta økinum, sum sjálv kenna pínuna og avbjóðingarnar við at vera kristin har, og sum vita, hvussu boðskapurin verður móttikin. Eggjað verður ongantíð til hatur í sendingunum, og aðrir átrúnaðir verða ongantíð niðurgjørdir. Eisini nema sendingarnar við almannagagnligar spurningar, so sum mannarættindi, herundir rættindi hjá kvinnum, fyrigeving, frið og semju.

2015
2014
2013