-
Í 23 ár hevur Leguhúsið í Nesvík hýst túsundtals børnum, ungum og vaksnum úr øllum Føroyum til legur og onnur tiltøk. Leguhúsið verður nýtt alt árið, fyrst og fremst til kristiligar legur fyri børn, ung og vaksin. Harumframt verður bygningurin leigaður út til seturskúlar, fyritøkur, venjingarlegur, fundir og annað. Samanlagt eru áleið 10-15.000 gistingar í Nesvík hvørt ár.
Verandi hús hevur 15 kømur við tilsamans 132 seingjarplássum, og matsalurin hýsir bæði máltíðum og felagstiltøkum. Ætlaða útbyggingin fevnir um 12 hjúna/familjukømur, ljóst og opið felagsøki við vøkrum útsýni suður móti brúnni, umframt eina kombihøll á góðar 450 fermetrar. Høllin skal partvís nýtast til møtir, fyrilestrar, skeið, konsertir og aðrar samkomur, har 500 sitipláss vera. Harumframt skal hon nýtast til alskyns ítrótt og spæl. Knýtt at høllini eru skiftirúm við brúsum.
Ætlaða útbyggingin er í trimum byggistigum.
Tørvurin at byggja út er stórur. Serliga er tørvur á høllini, tí sum er má matsalurin umskipast í sambandi við alt annað virksemi.
Tá verandi leguhús varð bygt (1987-1993), varð tað borið av sjálvbodnum hondum. Sama er við ætlaðu útbyggingini, ið samanlagt verður mett at kosta góðar 36 mió. kr. Tað er eitt stórt tak, men vit trúgva á góða hjálp frá Gudi og tykkum mongu kring landið, ið vilja stuðla við sjálvbodnum gávum.
Samanlagt tørvaði okkum frá byrjan av at savna umleið 27 mió. kr. inn, tá alt er tikið við. Harumframt verður tørvur á stórari sjálvbodnari arbeiðsmegi til síðsta partin av útbyggingini. Í grafinum høgrumegin og niðast á síðuni sært tú hvussu nógv er komið inn higartil.
Vit vilja inniliga heita á teg um at vera við til at stuðla hesi verkætlan, so serliga børn og ung, men eisini stórur partur av Føroya fólki annars kann fáa gleði av enn betri umstøðum í vælumtókta leguhúsinum.
Nýggja kamarslonin verður gjørd liðug av sjálvbodnum. Vilt tú hjálpa til?
Arbeiðið verður skipað í fakøki. Dávur Reinert Hansen á Toftum (227894) er settur at leiða arbeiðið, og afturat honum eru so settir álitispersónar fyri hvørt fak:
Um tú kanst hjálpa innan eitt av hesum økjunum, kanst tú venda tær til álitispersónarnar fyri tað fakið. Fólk skulu ikki halda seg aftur, tí brúk er fyri nógvum fólki, eisini teimum mongu, sum ikki hava nakra handverkliga bakgrund. Serliga nógv er at gera av timburarbeiði, málingaarbeiði og uttanduraarbeiði.